Várkonsertin 2024

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur – Bruckner 200 ár

Altjóða viðurkendur cellospælari og ein gestadirigentur vitjar Føroya Symfoniorkestur í samband við várkonsertina. Konsertin er eisini ein heiðran av eysturíska tónskaldinum Anton Bruckner, sum hevði fylt 200 ár í ár. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at symfoniorkestri spælir eina Bruckner symfoni. Viðurkendi cellospælarin Andreas Brantelid framførir cellokonsertina hjá tónaskaldinum Antonín Dvořák. Catherine Larsen Mcguire, ið eisini stjórnaði orkestrinum í 2022 vitjar aftur og stendur á odda fyri orkestrinum.

Andreas Brantelid (1987-)
Dansk/svenski celloleikarin Andreas Brantelid spældi, sum bert 14 ára gamal, fyrstu ferð við Kongeliga Kapellinum, og í dag er hann ein av mest umbidnu tónleikarunum úr Norðanlondum. Hann hevur vunnið sær miklan heiður um allan heim, ikki bara fyri at fáa tónleikin at ljóða, men eisini fyri at fáa tónleikin at dansa og syngja. Hann hevur m.a. spælt við orkestrum London Philharmonic, BBC Symphony,Tonhalle Orchester Zurich, Mahler Chamber Orchestra, Brussels Philharmonic, Seattle Symphony, Frankfurt Radio Symphony Orchestra, Leipzig Radio Symphony, Hamburger Symphoniker, Orchestre des Champs-Elysées, Scottish Chamber Orchestra og München Kammerorkester.

Hansara eminenta spæl hevur vunnið honum fyrsta pláss í kappingum sum Eurovison Young Musicians Competition í 2006, International Paulo Cello Competition í 2007 og hevur hann síðan fingið hópin av viðurkenning.

Andreas Brantelid spælir upp á eina ‘Boni-Hegar’ Stradivarius frá 1707.

Les meir um Andreas Brantelid.

Antonín Dvořák (1841-1904)
Tjekkiski komponisturin Antonín Dvořák varð føddur í býnum Bøhmen, har hann sum heilt ungur lærdi at spæla violin. Seinni flutti hann til býin Zlonice og fekk grundútbúgving í tónleiki. Tá Dvořák bleiv eldri varð hann nógv eftirspurdur sum komponistur. Hann undirvísti eisini í kompositión á konservatoriinum í Prag og seinni bleiv hann leiðari av National Conservatory of Music í New York og stjóri á konservatoriinu í Prag. Hann skrivaði cellokonsertina í 1894 til sín góða vinmann Hanuš Wihan. Konsertin bleiv frumframførd í London 19. mars 1896 av enska cellospælaranum Leo Stern.

Anton Bruckner (1824-1896)
Bruckner vaks upp undir trongum korum í eysturíska býnum Ansfelden. Trongu korini komu at ávirkað hann og hansara arbeiðið alt lívið. Hann var sera autoritetstrúgvur og var ikki fermur at bera seg á bonaðu gólvunum. M.a. hetta var til hindurs fyri, at hansara tónleikur fekk tað virðing hann hevði uppiborið. Hansara evni sum organistur vóru og komponistur vóru tó ikki at taka feil av og seinni í lívinum fekk hann stóra viðurkenning í tónleikaumhvørvinum í Wien, har hann arbeiddi sum professari á konservatoriinum, hofforganistur og sum heiðusrdoktari á universitetinum. Í 2024 hevði Bruckner fylt 200 ár og hesum sambandi spælir Føroya Symfoniorkestur hansara symfoni nr. 4. Symfoni nr. 4 bleiv skrivað í 1874 og varð í fleiri førum umskrivað fram til 1888. Verkið varð frumframført í Wien í 1881 og er tað eitt av hansara best umtóktu verkum.

Catherine Larsen Mcguire (1971-)
Catherine er ættað úr Manchester og er í dag búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari og 10 ár spældi hon 1. fagott í Komische Oper Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University og lærdi at spæla fagott ár Royal Academy of Music í London, hjá Klaus Thunemann i Hannover og á Karajan Academy í Berlin. Hesa tíðina spældi hon eisini javnan við Berlin Philharmonic. Síðan 2012 hevur hon ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales, Deutsches Kammerorchester Berlin, Jerusalem Symphony Orchestra og Orchestre de Chambre de Genève. Catherine er júst set í starv sum tónleikaligur leiðari fyri National Youth Orchestras of Scotland.

Dirigentur: Catherine Larsen Mcguire (UK)
Solistur: Andreas Brantelid (DK/SE)

 

Keyp atgongumerki her