Søgan um Symfoniiorkestrið

Føroya Symfoniorkestur fór undir sítt virksemi í 1983. Í juni sama ár lat Norðurlandahúsið dyrnar upp fyri mentanar­tiltøkum. Royndarmusikkskúlin var longu byrjaður í 1982.

 

Knappliga vóru karmarnir til staðar og Føroya Symhoniorkestur varð sett á stovn. Royndarmusikkskúlin byrjaði við nøkrum yrkislærdum tónleikarum og bleiv síðan stovnsettur sum Føroya Musikkskúli. Við umleið 10 tónleikalærarum og stásiliga Norðurlandahúsinum var nú møguligt at seta á stovn fyrsta og fyribils einasta symfoniorkestur í Føroyum. Tað vóru tónleikalærarnir Magne Synnevåg og Kanny Sambleben sum saman við limum úr gamla strúkaraorkestrinum við Alex Sólstein, Boga Lützen og øðrum, sum stovnsettu nýggja orkestrið, sum fekk navnið Føroya Symfoniorkestur.

Føroyskir og útlendskir yrkistónleikarnir í Føroyum, góðir amatørleikarar, framkomnir næmingar og føroyskir og útlendskir yrkistónleikarar mannaðu nýggja orkestrið. Hesin leisturin hevur verið brúktur øll árini.

Stóra broytingin er, at føroysku tónleikararnir vaksa í tali og ikki minst í dygd. Seinastu 25 árini hevur orkestrið havt stóra framgongd. Virksemi er vaksið munandi frá umleið 2 konsertum árliga til umleið 17 konsertir árliga. Framgongdin hjá orkestrinum hevur verið miðvís. Hetta er m.a. úrslit av øktari játtan og harvið øktum virksemi og góða arbeiðinum hjá musikkskúlunum, har fleiri av yrkistónleikarnum í orkestrinum virka sum lærarar. Nógvir teirra hava eisini slitið sínar barnaskógvar í symfoniorkestrinum, áðrenn teir fóru undir hægri lesna.

Symfoniorkestrið er vanliga mannað av millum 50 og 70 tónleikarum. Harumframt er Kór Føroya Symfoniorkesturs við umleið 100 góðum sangarum, sum hava vunnið sær pláss í orkestrinum gjøgnum eina upptøkuroynd. Til árligu jólakonsertirnar arbeiðir orkestrið eisini saman við barnakórum úr musikkskúlunum.

Orkestrið hevur verið á trimum uttanlandsferðum. Í Hetlandi, Danmark og í sambandi við 30 ára hátíðarhaldið hjá orkestrinum, hevði Symfoniorkestrið á heysti 2013 konsert í Akureyri og í heimskendu Hørpuni í Reykjavík.

Hans Petur í Brekkunum, stjóri