Summarkonsert í Hátúni 2026

Summarkonsert við Føroya Symfoniorkestri í Hátún

Ætlanin er, at henda konsertin er óformellari enn aðrar konsertir, ein sonevnd kafékonsert.
Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 27. juni og í Hátúni sunnudagin 28. juni,
og 25 strúkarar spæla við í symfoniorkestrinum til hesa verkætlan.

Løtt, men krevjandi skrá
Á skránni er tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.
”Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta konsert við styttri, men góðum og krevjandi, verkum”, sigur nýggi dirigenturin Catherine Larsen-Maguire.
Í avbera vakra verkinum Andante cantabile for cello and strings eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva Kristinu á Váli sum solist.


Konsertferð í 2028
Menningin av Føroya Symfoniorkestri gongur við rúkandi ferð. Í 2024 spældi orkestrið fyri fullsettari høll í konserthúsinum hjá Danmarks Radio, og nú fyrireikar orkestrið stóra konsertferð til Týsklands og Danmarkar í 2028. Málið við slíkari konsertferð er at bera fram føroyskan tónleik og at geva tónleikarunum møgleikan at spæla í bestu konserthallum í heiminum.

 

Keyp atgongumerki her

Trýst her