Jóla- og familjukonsert 2026

Føroya Symfoniorkestur bjóðar enn einaferð bæði smáum og stórum til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar.

Føroya størsta jólaorkestur framførir fantastiskar jólatónar, og bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá.

Vanliga er stórur eftirspurningur eftir hesum familjukonsertum, so aftur í ár eru fýra konsertir settar á skrá – tvær leygardag og tvær sunnudag.

Jóla- og familjukonsertin er í samstarvi við Føroya Musikkskúlaskipan. Her fáa musikkskúlanæmingar høvi at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í landinum.

Solistar
Solistar hesa ferð eru Sólja Rye, ið spælir violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, ið spælir tvørfloytu. Tær báðar framføra ávikavist Méditation og Romance in Db eftir fronsku tónaskøldini Jules Messenet og Camille Saint-Saëns.

Stórt barna- og ungdómskór
Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 9 og 16 ár, og tey syngja kend føroysk jólaløg.

Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen og Sigrið Sivertsen.

Hjartaliga vælkomin til hugnaliga jólakonsert.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire

Solistar: Sólja Rye, violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta

Ley. 5.desember 2026, kl. 14.00
Ley. 5.desember 2026, kl. 16.00
Sun. 6. desember 2026, kl. 14.00
Sun. 6. desember 2026, kl. 16.00

Keyp atgongumerkir her:
Norðurlandahúsið – Jóla- og Familjukonsertin 2025