Jóla- og familjukonsertin
Føroya Symfoniorkestur bjóðar enn einaferð smáum og stórum til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar.
Føroya størsta jólaorkestur framførir fantastiskar jólatónar, bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá.
6. og 7. desember vera árligu jóla- og familjukonsertirnar í Norðurlandahúsinum. Stórur eftirspurningur er eftir konsertunum, so í ár eru ikki minni enn fýra konsertir eru á skránni – tvær leygardag og tvær sunnudag.
Eins og undanfarin ár eru konsertirnar eitt samstarv við musikkskúlaskipanina. Hetta er konsertin har nógvir dugnaligir musikkskúlanæmingar sleppa at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í føroya stórsta orkestri.
Solistar hesuferð eru violinúrmælingarnir Hjalti V. Sámalsson, Oda Drós Østerø, Joanna R. Wang og Elin Rasmussen. Øll fýra lesa tónleik á musikkkonservatoriinum, og tey framføra ”Konsert fyri fýra violinir í H-mol” eftir Vivaldi.
Fýra barna- og ungdómskór luttaka á konsertini í ár. Stella og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakór í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru í aldrinum 9-16 ár, og tey syngja kendar føroyskar jólasangir.
Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen og Sigrið Sivertsen.
Hjartaliga vælkomin á jólakonsert.
Violinsolistar: Hjalti V. Sámalsson, Oda Drós Østerø, Joanna R. Wang og Elin Rasmussen
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Kostnaður: 165 kr. og børn (3-16 ár) 65 kr.
Ley. 06. desember 2025, kl. 14.00
Ley. 06. desember 2025, kl. 16.00
Sun. 07. desember 2025, kl. 14.00
Sun. 07. desember 2025, kl. 16.00
Keyp her:
Norðurlandahúsið – Jóla- og Familjukonsertin 2025

