Jóla- og familjukonsert 2024

Føroya Symfoniorkestur

Jólini nærkast í hvørjum, og sjálvandi verður jólatónleikur á skránni aftur í ár.

Føroya Symfoniorkestur bjóðar enn einaferð stórum og smáum til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar, tá okkara stóra jólasymfoniorkestur borðreiðir við jólatónum til alla familjuna.

Tríggjar konsertir eru á skránni, ein verður framførd leygardagin 7. desember og tvær sunnudagin 8. desember. Allar konsertir verða framførdar í Norðurlandahúsinum.

Konsertirnar eru skipaðar í samstarv við Føroya Musikkskúlaskipan, og nógvir dugnaligir musikkskúlanæmingar sleppa at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í Føroya stórsta orkestri.

Í ár luttaka ikki minni enn fýra barna- og ungdómskór. Kórini Stella og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Tónar úr Musikkskúlanum í Vágum og musikkskúlakórið úr Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru í aldrinum 9-16 ár og fara teir at syngja nakrar vælkendar føroyskar jólasangir saman við symfoniorkestrinum. Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen og Joanna Johansen.

Solistur til konsertirnar verður ungi guitarúrmælingurin, Dan Eyðun Karbech Saxov. Dan Eyðun lesur á øðrum ári hjá Jesper Sivebæk á Kongaliga Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

13 ára gamli Palli Petersen verður vertur fyri ferð, og hann fer við kønari hond at greiða frá øllum, sum fer fram á konsertini.

Hjartaliga vælkomin á jólakonsert.

Solistur: Dan Eyðun Karbech Saxov (guitar)
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Palli Petersen

Kostnaður:
Vanligt: 165 kr.
Børn, 13 ár og yngri: 65 kr.

 

Keyp atgongumerki her