Føroya Symfoniorkestur og Stongum, Guttesen og Ravnsfjall

Leygardagin 1. mars 2025 kl. 19.30

Flestøll hava hoyrt um stórhøllina við Tjarnir. Men enn eru fá, sum hava sæð hana við egnum eygum. Tað høvið fáa føroyingar í næstum til stóra upplatingartiltakið, sum verður 1. mars.

Til hetta forkunnuga høvið verður tað eingin annar enn Føroya Symfoniorkestur, sum kemur at innvíga stórhøllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.

Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.

Atgongumerkjasølan til upplatingartiltakið byrjar leygardagin 14. desember kl. 12.
https://www.atgongumerki.fo/2822328/foeroya-symfoniorkestur-og-stongum-guttesen-og-ravnsfjall

Ver við fyrstu ferð!