4.000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum.
Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at fortelja tykkum søguna um tubaina Tubbinu.
Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubain er troytt av allatíðina at spæla teir somu tveir tónarnar og ongantíð sleppa at spæla ein ordiligan melodi. Tubbina fer síðan á ævintýraferð, tí hon vil royna at spæla ein ordiligan melodi fyri fyrstu ferð. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.
Ein almenn konsert verður spæld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum. Haraftrat verða níggju konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.
Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjari føroyskar sangir fyri symfoniorkestur og á skránni verða eisini onnur løg, sum tit ivaleyst hava hoyrt áður og kenna væl.
Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson