Søga
Í sambandi við at norðurlandahúsið lat upp á sumri 1983, helst Føroya Symfoniorkestur sína fyri konsert. Hetta var eitt gamalt ynski sum nú gjørdis møguligt í sambandi við at vit fingu karmar sum kundu hýsa einum symfoniorkestir, saman við at Føroya Musikkskúli var settur á stovn við professionellum lærarum, sum saman við teimum amatørum sum vóru í landinum og næmingum gjørdi hetta møguligt.
Alt hetta byrjaði tó langt áðrenn, við at tað frammanundan var ein ávísur akivtetur við kamartónleiki undir leiðslu av Tórshavnar Musikkskúla, sum hevði sínar konsertir í Tórshavnar Musikkskúla.
Nú orkestrið er farið um tey 20 árini, er gleðiligt at fegnast um at vit hava havt eina ómetaliga stóra framgongd hesi árini. Hetta er serliga Føroya Musikkskúla fyri at takka, tí við skipaðu undirvísingini kring landið, hava vit nú fingið so nógvar nýggjar og dugnaligar tónleikarar, at FSO í dag kan spæla flest øll verk sum onnur Symfoniorkestur spæla. Í dag er orkestrið mannað av næmingum og professionellu tónleikarnum sum undirvísa í Føroya Musikkskúla, nøkrum amatørum og fleiri føroyingum sum nema sær tónlekaútbúgving í útlondum. Eisini er neyðugt til konsertirnar at leita okkum hjálp frá útlendskum tónleikarum til at styrka orkestrið við og til tær stemmirnar sum vit enn ikki sjálvi kunnu manna.
23 ár fyri eitt symfoniorkestur er ikki long tíð samanborið við orkestur í Evropu sum fleiri hava longri enn 500 ár royndir. Sum gongdin er í løtuni, har fleiri føroyingar eru í útbúgving, fer Føroya Symfoniorkestur í framtíðini at vera manna við enn fleiri føroyingum.
|